Emerald á veg til Føroya

Emerald á veg til Føroya
Nýggi trolarin er longu skrásettur í Føroyum
Emerald er nú á veg til Føroya.
 
28.06.2023 - 08:45

Trolarin Emerald, sum er bygdur í Turkalandi, er nú á veg til Føroya.

Sambært heimasíðuni Vesselfinder er hann í løtuni staddur sunnan fyri Grikkaland.

Emerald er longu skrásettur í Føroyum. P/f Havborg eigur Emerald.

Á sumri í 2020 var sáttmáli undirskrivaður við Tersan Shipyard í Turkalandi um nýggjan verksmiðjutrolara.

Trolarin kann fiska bæði tosk og annan botnfisk og rækju. 

 

Pláss fyri 40 monnum

Eftir ætlan skal skipið fiska í Barentshavinum. Frystilastin er 2.250 rúmmetrar. Pláss er fyri 40 monnum.

Emerald kostar okkurt um 400 milliónir krónur.

Skipið er nógv seinkað.

Fyri einum ári síðani var sagt, at tað skuldi latast eigarunum 22.november í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083