U21: Føroyar hitta Danmark

U21: Føroyar hitta Danmark
Tað er nú greitt, at føroyska U21-landsliðið í hondbólti skal spæla ímóti dønum um fimta til áttanda pláss í HM-endaspælinum
Mynd: Mynd: IHF  
 
30.06.2023 - 07:09

U21-manslandsliðið skal reisa seg aftur, eftir ein illa spældan fyrra hálvleik í fjórðingsfinaluni ímóti Serbia í gjár, sum kostaði Føroyum sigurin og harvið møguleikan fyri heiðursmerki. 

Føroysku leikararnir vóru annars ósigraðir frammanundan fjórðingsfinaluni við fimm vunnum dystum í slag. 

Nú skulu teir sonevndu plaseringsdystirnir avgreiðast, har dystast verður um plássini millum átta og fimm.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum er ímóti Danmark, sum tapti fyri Týsklandi í sínari fjórðingsfinalu í gjár. Um Føroyar vinna, skal spælast um fimta plássið ímóti annaðhvørt Kroatia ella Portugal. 

Dysturin ímóti dønum er fyrrapart í morgin klokkan níggju. 

Kringvarpið vísir dystin.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083