E.Coli bakteriur steingja tannlæknastovu á Tvøroyri

E.Coli bakteriur steingja tannlæknastovu á Tvøroyri
Kommunan kann ikki lova øllum borgarunum reint vatn fyrr enn um ársskiftið
 
26.09.2013 - 13:12

Privata tannlæknastovan á Tvøroyri er stongd, tí vatnið í býnum er dálkað av E.Coli bakterium.

Fyri at bøta um trupulleikan, hevur Tvøroyrar kommuna gjørt av at keypa eitt nýtt vatnreinsiverk, men tað fer at taka tíð, áðrenn kommunan kann veita øllum í kommununi reint vatn.

Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Tað hevur leingi verið neyðugt at kóka drekkivatnið í Froðba, á Sevmýri og í pørtum av miðbýnum.

Kommunan hevur ikki havt nóg mikið av reinsaðum vatni til broytta virksemið á havnarlagnum, og tískil hava nógv húski fingið óreinsað vatn í longri tíð, so at virksemi á havnaøkinum kann halda ótarnað fram.

Privata tannlæknastovan Tannrøkt er millum tey raktu. Anniku Næs Johannessen, tannlækna, stongdi tannlæknastovuna 28. august, tá staðfest var, at bakterian e-coli var í vatninum. Og tannlæknastovan er enn stongd.

Ein roynd varð tikin av vatninum í gjár. Úrslitið av royndini væntast tøkt í morgin, sambært borgarstjóranum.

Útvarpið hevur tosað við Anniku Næs Johannesen, men hon vil síggja úrslitið av seinastu vatnroyndini, áðrenn hon úttalar seg til útvarpið.

Sambært Tvøroyar kommunu er støðan nú tann, at økið undir Skorum í Froðba framvegis fær óreinsað vatn, meðan hini økini í Froðba og á Sevmýri nú fáa reinsað vatn, tó fyribils við íbinding í opnan brunn sum eykagoymslu.

Tekniska Nevnd samtykti sambært kommununi hósdagin 19. september at keypa eitt nýtt reinsiverk, sum verður sett upp í Støðlunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473