- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd roynt at avmarkað talið av vaktum í fleiri ár
Tað eru nærum fimm ár síðani, at Heilsutrygd fór at umrøða trupulleikan, at ávísir læknar taka ov nógvar vaktir.
Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í samskifti um læknavaktina.
Í Kringvarpinum greiddu vit í síðstu viku frá, at ein lækni hevði havt 53 vaktir í apríl í fjør.
Men hetta er einki eindømi, og Heilsytrygd umrøður longu í 2018 trupulleikan, sæst í samskiftinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
Tað sæst eisini, at Heilsutrygd í eini roynd at fáa læknar ikki at ovbyrja seg av arbeiði, noktar at rinda teimum gjald fyri vaktirnar, um tær fara upp um 10.
Egil á Bø er stjóri á Heilsutrygd.
Trygg skipan
Tann 8. oktober í 2018 skrivar Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, í fráboðan, at stovnurin eigur at gera sítt til at virka fyri einari so tryggari skipan sum gjørligt.
Telduposturin snýr seg um, at ein lækni hevur havt sera nógvar vaktir í september í 2018, og at vaktleiðarin má gerast varugur við hetta. Eisini verður umrøtt, at læknin fær løn fyri vaktirnar, sum hann hevur arbeitt.
Í skrivi tann 11. januar í 2020, boðar Marjus Dam kommunulæknunum frá, at loft verður sett fyri, hvussu nógvar visitatiónsvaktir kunnu takast í einum mánaði.
Marjus Dam er vaktleiðari og formaður í Kommunulæknafelagnum.
Í mesta lagi 10 vaktir
Frá 1. mars 2021 kann kommunulækni í føstum starvi, ella vikarur í kommunulæknastarvi, hava í mesta lagi 10 visitatiónsvaktir um mánaðin. Verða fleiri vaktir enn hetta tiknar, verður gjald ikki latið, uttan at serligar umstøður eru galdandi, stendur í skrivinum.
Marjus Dam staðfestir eisini, at á økinum er als eingin regulering viðvíkjandi hvílitíð, og av tí at økið nú er hampiliga væl mannað við føstum læknum og vikarum, er skilagott, at roynt verður at býta arbeiðið í vaktini, so flest møguligir herðar bera.
Men fimm mánaðir seinni - tann 26. maj í 2020 - er aftur galið.
Heilsutrygd hevur víst á, at ein kommunulækni hevði tað, sum svarar til 582 arbeiðstímar í apríl í 2020.
430 tímar á læknavakt
Heilsutrygd skrivar til Marjus Dam, at ein kommunulækni hevur 430 tímar á læknavaktini, 144 visitatiónstímar og 256 koyritímar, umframt 30 tímar koronuvakt.
Harumframt hevur viðkomandi eitt vanligt kommunulæknastarv at røkja.
Í skrivinum stendur, at kommunulæknin hevur arbeitt í 582 tímar í ein mánað og vil vita, hvat vaktleiðarin heldur um hetta. Er hetta nøktandi, tá hugsað verður um tænastuna, sum borgarin hevur krav at fáa?
Innlitið sigur einki um, hvat vaktleiðarin svarar, men í Degi og Viku tann 27. juni í ár segði Marjus Dam soleiðis:
Rætting: Hesin tekstur er rættaður í mun til tað, sum var sagt í tíðindunum á middegi. Tá var sagt, at læknin hevði arbeitt í 720 tímar - tað er ikki rætt. Tað skuldi standa at samlaða tímatalið í apríl í 2020 var 720 tímar - læknin arbeiddi 582 av hesum.