Nýggj býarskipan og byggisamtykt í Eysturkommunu

Nýggj býarskipan og byggisamtykt í Eysturkommunu
Nú er sama byggisamtykt galdandi fyri allar bygdirnar í kommununi
 
26.09.2013 - 15:13

Eysturkommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at gera nýggja býarskipan og byggisamtykt. Tað hevur verið ein avbjóðing, tí at Leirvíkar og Gøtu kommuna løgdu saman til eina kommunu.

Tað, sum er sermerkt við arbeiðnum, er, at kommunan hevur fyrst arbeitt við at gera eitt bygdaatlas fyri bygdirnar, ið lýsir søguna hjá bygdunum og verandi støðu.

Síðani hevur verið arbeitt við eini visiónsstrategi, sum lýsir hvørjar ætlanir kommunan hevur.

Út frá tí er nýggj býarskipan og byggisamtykt gjørd.

Fleiri broytingar eru gjørdar í nýggju byggisamtyktini í mun til tær gomlu byggisamtyktirnar.

Millum annað verður nettonýtslustig ikki brúkt longur, fleiri økir eru bólkað í serstaka byggisamtykt, økir eru umhvørvisflokkað og byggistig eru flokkað.

Nú er ein byggisamtykt fyri allar bygdirnar, ístaðin fyri tvær byggisamtyktir.

Meir sæst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676