Sverri nummar tvey í World Cup í Lucerne

Sverri nummar tvey í World Cup í Lucerne
Sverri Sandberg Nielsen endaði á 2. plássi í finaluni í ársins triðju World Cup-stevnu í Sveis. Aftur hesa ferð var týskarin, Oliver Ziedler, suverenur
Sverri Sandberg Nielsen fekk silvurið í Lucerne
Mynd: Balint Czucz  
 
09.07.2023 - 11:17

Sverri Sandberg Nielsen róði seg til 2. plássið í triðju og seinastu World Cup-stevnuni í ár. 

Sterki miðvingurin í einskullaranum mátti aftur hesa ferð síggja týska kappingarneytan, Oliver Ziedler, fara avstað við gullinum.

Týskarin vann í stórum stíli góð sjey sekund frammanfyri Sverra Sandberg Nielsen. Munurin í hálvfinalunum var annars bert eitt sekund.

Hinvegin hevði føroyingurin ikki stórvegis trupulleikar við at halda hinar rógvararnar aftan fyri seg. Tomas Mackintosh endaði á triðja plássið hálvt annað sekund aftanfyri miðvingin, meðan grikski gullvinnarin frá OL í Tokyo endaði aftast.

Í september er HM á skránni, og tá stendur luttøka til OL í París í 2024 eisini upp á spæl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025