Kornavtalan verður ikki longd

Kornavtalan verður ikki longd
Avtalan hevur tryggjað, at bæði Russland og Ukraina kunnu útflyta korn, hóast kríggj er.
Myndugleikarnir í Kreml boða nú frá, at kornavtalan verður ikki longd. Hon er galdandi til klokkan 10 í kvøld, okkara tíð. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
17.07.2023 - 10:30

Avtalan millum Russland og Ukraina um kornflutning tvørtur um Svartahavið verður ikki longd.

Tað eru boðini úr Kreml, skrivar Reuters.

Kornavtalan er galdandi til klokkan 10 í kvøld, okkara tíð.

Avtalan hevur tryggjað, at bæði londini kunnu útflyta korn, meðan kríggið herjar.

 

Matvørukreppa

Avtalan kom í lag eftir at bæði ST og Turkaland komu upp í samráðingarnar í juli í fjør, til tess at sleppa undan altjóða matvørukreppu.

Ukraina og Russland eru millum størstu útflutningslond av korni í heiminum.

Russland hevur fleiri ferðir hótt við at taka seg úr avtaluni, tí russisk krøv eru ikki eftirlíkað. Russland hevur eisini funnist at, at fátæku londini hava ikki fingið nóg mikið av korni.

Ógreitt er, um Russland hevur tikið seg úr avtaluni fyribils ella med alla.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860