Ferðavinna og grindadráp hvørt um annað órógvar ikki

Ferðavinna og grindadráp hvørt um annað órógvar ikki
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt fráboðan á enskum á heimasíðuna hjá landsstýrinum
Uttanríkis- og vinnumálaráðið vísir á, at grindastovnurin er ikki hóttur, og veiðan er burðardygg. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
18.07.2023 - 10:06

Nógva umrøðan, sum grindadrápið í Havn herfyri fekk, hevur fingið Uttanríkis- og Vinnumálaráðið at leggja eina fráboðan á enskum á heimasíðuna hjá landsstýrinum.

Millum annað bað reiðaríið hjá einum skemtiferðaskipi, sum lá á Havnini, tá drápið var, ferðafólkini um umbering, tí tey sóu eitt grindadráp.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sigur, at tað órógvar ikki landsstýrið, at ferðavinna og grindadráp eru hvørt um annað í Føroyum.

Síðani verður víst til tað sama aftur, at stovnurin er ikki hóttur, veiðan er burðardygg, grindadráp er ikki vinnuligt og lógir eru um tað, millum annað um djóravælferð.

Sí fráboðanina her.

    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053