Jóan Símun Edmundsson skiftir til íslendskan fótbólt

Jóan Símun Edmundsson skiftir til íslendskan fótbólt
31 ára gamli landsliðsáleyparin, Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið uttan sáttmála seinastu tíðina, skal spæla við íslendska Knattspyrnufélag Akureyrar
KA í Akureyri er nýggja felagið hjá landsliðsáleyparanum Jóan Símuni Edmundssyni
Mynd: ka.is  
 
25.07.2023 - 15:50

31 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, sum annars hevur føðingardag í morgin, hevur seinastu tíðina verið uttan sáttmála. 

Áðrenn 31 ára gamli toftamaðurin bleiv sáttmálaleysur í summar, spældi hann við SK Beveren í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini. 

Men seinasta tíðin í belgiska felagnum, sum hann flutti til í 2021, hevur verið nógv merkt av álvarsligum skaðum. 

Nú gongur leiðin hjá Jóan Símuni Edmundssyni so til Íslands. 

 

Liðfelagi við Pætur Petersen

Føroyski landsliðsáleyparin skiftir til Knattspyrnufélag Akureyrar, ella KA á manna munni. 

Í KA verður Jóan Símun Edmundsson liðfelagi við Pætur Petersen, sum í fjørt skifti til KA úr HB. 

Fótbóltsyrkisleiðin hjá Jóan Símuni Edmundssyni byrjaði í B68, men blaðungur fór hann til Onglands, har hann stóð í læru hjá enska stórfelagnum Newcastle.

Síðan hevur hann eisini umboðað Gateshead, Víking, Fredericia, AB, HB, Vejle, OB, Arminia Bielefeld og Beveren. 

Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 77 landsdystir fyri Føroyar og skotið átta mál.

 

Skrivaði føroyska fótbóltssøgu

Jóan Símun Edmundsson skrivaði føroyska fótbóltssøgu, meðan hann spældi við Arminia Bielefeld.

31 ára gamli toftamaðurin gjørdist fyrsti føroyingur sum bæði spældi og skoraði í bestu týsku fótbóltsdeildini, Bundesligaini.

Hetta var eisini nakað, ið vakti ansa uttan fyri Føroyar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961