Minkar í Finnlandi skulu avlívast

Minkar í Finnlandi skulu avlívast
Allir minkar, sum verða aldir á gørðum, sum hava fingið staðfest fuglakrím í Finnlandi, skulu nú avlívast
Allir minkar í finskum minkagørðum verða nú avlívaðir
Mynd: Shutterstock.com  
 
02.08.2023 - 08:15

Finnland er rakt av fuglakrími, og nú verða allir minkar, sum verða aldir á gørðum, avlívaðir. 

NTB skrivar, at finska matvøruráðið hevur tikið hesa avgerð.

Orsøkin til, at minkarnir nú verða avlívaðir á hesum gørðum, er tí at minkar við fuglakrími kunnu umskapa hetta virusið, soleiðis at menniskju kunnu gerast sjúk av tí.

Eins og í Noregi herjar fuglakrím nógvastaðni í Finnlandi. Higartil er virusið staðfest á 20 ymsum skinn-gørðum - tríggir teirra ala mink.

Sambært kringvarpinum YLE eru 50.000 minkar longu tiknir av, og hetta talið fer nú at hækka munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860