Upptøkuroynd til sjónvarpsrøðina Tinganes

Upptøkuroynd til sjónvarpsrøðina Tinganes
Nýggja føroyska filmsframleiðslufelagið GRÓ Studios leitar nú eftir leikarum til nýggju politisku spenningsrøðina Tinganes
 
08.08.2023 - 09:30

Upptøkuroyndir verða til nýggja politiska sjónvarpsrøð Tinganes hjá GRÓ Studios.

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum gjørdi sjónvarpsrøðina Trom, ið eisini hevur skriva nýggju røðina, sum tekur sín íblástur frá politisku samtíðarskaldsøguni “Vit, Føroya Fólk” eftir Bjørk Mariu Kunoy. 

Talan er um fjølbroyttar leiklutir, bæði føroyskar og útlendskar, í øllum aldursbólkum. Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum leikari fyri at bjóða seg fram, sigur framleiðslufelagið. 

Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til casting@grostudios.tv við yvirskriftini Tinganes Casting, eini mynd og stuttari frágreiðing um seg sjálva/n, harímillum navn og aldur.

Síðani fær ein nærri upplýsingar um fyrstu upptøkuroyndirnar, sum vera seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096