U17-kvinnulandsliðið spælt seg í hálvfinaluna í Championship-kappingini

U17-kvinnulandsliðið spælt seg í hálvfinaluna í Championship-kappingini
Føroysku U17-kvinnurnar í hondbólti hava spælt seg í hálvfinaluni í evropisku Championship-kappingini, sum verður spæld í Baku í Aserbadjan í hesum døgum
Marjun Jansdóttir lýpur inn og skorar fyri Føroyar í javnleikinum móti Luksemburg
Mynd: HSF á Facebook  
 
09.08.2023 - 15:22

Triði dysturin hjá føroyskum U17-kvinnunum í hondbólti í evropeisku Championship-kappingini var í dag.

Dysturin var móti Luksemburg, og hann endaði við javnleiki 24-24.

Hálvleiksstøðan var 14-12 til Luksemburg.

Frammanundan hava Føroyar vunnið móti Grikkalandi og Ísrael í kappingini, sum verður spæld í Baku í Aserbadjan.

Við javnleikinum, so hava Føroyar tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, tí Ísrael og Spania spældu eisini í dag.

Ísrael skuldi vinna tann dystin, um Føroyar ikki skulu koma í hálvfinaluna. Men tað gjørdi Ísrael ikki. 

Spania, ið er ein av heimsins leiðandi hondbóltstjóðum, vann dystin móti Ísrael 37-15. 

Eftir dystin var Rakul Borgarlíð Joensen kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Rakul var eisini toppskjútti við 6 málum saman við Silju Eystberg.

Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, hósdagin, kl. 8.15, føroyska tíð, móti sterkasta liðnum í bólkinum, Spania.

Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065