HM-fjórðingsfinalan hjá U19-hondbóltsmonnum verður klokkan 12

HM-fjórðingsfinalan hjá U19-hondbóltsmonnum verður klokkan 12
Á middegi, klokkan 12, skal føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti royna at spæla seg í HM-hálvfinalua móti Egyptalandi
Spælskiparin og stórtalentið Óli Mittún verður avgerandi, um Føroyar skulu spæla seg í HM-hálvfinaluna
Mynd: Hondbóltssambandið á Facebook  
 
10.08.2023 - 09:32

Háspenningur er í luftini, nú føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti hevur møguleikan at spæla seg í eina HM-hálvfinalu. 

Tað hendir klokkan 12, altso á middegi, tá Føroyar og Egyptaland fara at dystast í Arena Varaždin í kroatiska býnum Varaždin. 

Lagt er upp til ein sera spennandi dyst, tí tað eru tvey sera jøvn lið, ið møtast. 

Føroyar og Egyptaland hava bæði vunnið sær fram til HM-fjórðingsfinaluna við fýra sigrum og einum ósigri í skjáttuni. 

Dysturin verður stroymdur á YouTube-rásini hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF. 

Leinki til stroymin liggur eisini út til høgru á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083