Óli Mittún tvífaldan heiður

Óli Mittún tvífaldan heiður
Umframt at vera toppskjútti í HM-endaspælinum hjá U19-landsliðunum, gjørdist Óli Mittún besti spælskipari.
Óli Mittún gjørdist bæði toppskjútti og besti spælskipari í HM-endaspælinum í Kroatia fyri U19-landslið
Mynd: Croatia 2023/Kolektiff images  
 
13.08.2023 - 22:09

Spania gjørdist heimsmeistari við at vinna 28-23 á Danmark í finaluni, og tað sást eisini aftur, tá ið All-Star liðið skuldi kjósast, tí ikki færri enn tríggir spaniólar vóru við.

Danmark tapti finaluna, men fekk tó besta høgra bakk og besta spælara í HM-endaspælinum í Kroatia, sum í hálvaaðru viku fevndi um tilsamans 116 dystir, áðrenn alt var liðugt.

Føroyar endaðu sum nummar átta og fingu sostatt eitt góðkent úrslit, har hyggjast kann aftur á smáar løtur í fleiri av dystunum, ið endaðu við at avgera til fyrimuns fyri mótstøðuliðini. Men samanlagt var føroyska liðið ein stór uppliving!

Ikki minst kunnu vit vera errin av, at okkara Óli Mittún varð kosin besti spælskipari, umframt at hann var toppskjútti við 87 málum, sum vóru 31 mál fleiri enn tann næstfremsti, umframt at hann legði upp til 70 onnur mál, sum var 27 meira enn tann næstfremsti har.

Hetta er aðru ferð í summar, at Føroyar fáa spælara við á All-Star liðið, tí sama heiður fekk Elias Ellefsen á Skipagøtu í HM-endaspælinum hjá U21-landsliðunum, har hann eisini gjørdist toppskjútti.

All-Star liðið í HM í Kroatia 2023:
Málmaður:
Alvaro Perez Mendez (Spania)
Høgri vongur: Xavier González Unciti (Spania)
Høgri bakkur: Lasse Sunesen Vilhelmsen (Danmark)
Spælskipari: Óli Mittún (Føroyar)
Vinstri bakkur: Aleksandar Čaprić (Kroatia)
Vinstri vongur: Belal Masoud (Egyptaland)
Strikuspælari: Victor Romero Holguin (Spania)

Toppskjútti: Óli Mittún (Føroyar) – 87 goals

Besti spælari: Frederik Emil Pedersen (Danmark)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107