Løkke vitjar í Kina

Løkke vitjar í Kina
Danski uttanríkisráharrin Lars Løkke Rasmussen fer til Kina í morgin. Endamálið við ferðini er millum annað at skriva undir eina nýggja grøna samstarvsætlan.
 
14.08.2023 - 10:29

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fer til Kina í morgin. Endamálið við ferðini er millum annað at skriva undir eina nýggja grøna samstarvsætlan.

Sambært Ritzau sigur Lars Løkke Rasmussen, at tað loysir seg best fyri Danmark, at javnvágur er í sambandinum millum londini bæði.  

- Vit eiga hvørki at venda Kina ryggin ella at vera ov opin, sigur hann.

Uttanríkisráðharrin vónar eisini, at møguleiki verður at tosa við kinesisku stjórnina um mannarættindi og kríggið í Ukraina.

- Kina hevur higartil ikki tikið støðu í sambandi við kríggið, og tað er í veruleikanum tað sama sum at stuðla Putin, sigur Lars Løkke Rasmussen. Eg vænti tó ikki, at mín vitjan í sær sjálvum fer at broyta nakað, men hon kann vera ein partur av eini størri evropeiskari roynd at ávirka Kina, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334