MYNDIR: Framsýna oyðilagdar russiskar stríðsvognar

Í Kyiv gera tey klárt til at hátíðarhalda ukrainska tjóðardagin hósdagin, 24. august. 

Myndir: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix // Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix

Hetta er annar tjóðardagurin, ið ukrainar noyðast at hátíðarhalda í krígstíð. 

Í sambandi við hátíðarhaldið, so framsýna ukrainar russiskar stríðsvognar, sum teir hava oyðilagt undir krígnum við Russland, á Kreshchatyk gøtuni í Kyiv. 

Eini nýgift hjún vitja serligur framsýningina í Kyiv. 

Oyðiløgdu og útbrendu vrakini av russisku stríðsvognunum eru uppstillað eins og vóru tey partur av einari hergongu. 

Tjóðardagurin hósdagin skilmarkar 32 ára loysingardagin frá gamla Sovjetsamveldinum, og hann liggur á 18 mánaðar degnum fyri russisku innrásina í Ukraina. 

59 ára gamla Natalia Koval, ið býr í Kyiv, er skelkað av ræðuleikunum, sum vrakini frá hermótinum umboða. Men við Reuters sigur Natalia , at hon er sannførd um, at Ukraina fer at vinna kríggið. 

"Tjóð okkara fer at hátíðarhalda sigurin, tá hann kemur. Tað verður kanska ikki beinavegin, men tann løtan kemur. Og sigurin, tá hann kemur, verður ikki bara okkara sigur, men sigurin hjá øllum heiminum. "

23 ára gamli Mark Omelchenko heldur, at framsýningin av oyðiløgdu og útbrendu russisku stríðsvognunum er eitt gott hugskot, tí tað kann vónandi stimbra stríðshugan hjá ukrainsku herfólkunum. 

"Tað er umráðandi at síggja dømir um ukrainskar sigrar á hermótini," heldur hann. 

Hátíðarhaldið av tjóðardegnum hósdagin verður rættiliga friðarligt, fyri at vísa samkenslu við teimum falnu undir krígnum. 

Talið á ukrainum, ið eru falnir undir krínum, er loyniligt.

Men sambært amerikonskum embætisfólkum, so verður hildið, at kríggið higartil hevur kravt 70.000 ukrainum lívið. Millum 100.000 og 120.000 eru løstað. 

 

Er kopiera