India hevur sett rúmdarfar á suðurpólin av mánanum

India hevur sett rúmdarfar á suðurpólin av mánanum
Um hálvgum tvey tíðina skrivaði India rúmdarsøgu, tá landið setti eitt ómannað rúmdarfar við suðurpólin á mánanum. India er fyrsta land, ið hevur megnað tað
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
23.08.2023 - 13:48

Í 2019 miseydnaðist ein indisk roynd at seta eitt rúmdarfar á mánan. 

Men í dag gekk betur, tí um hálvgum tvey tíðina setti rúmdarfarið Vikram seg við suðurpólin av mánanum. 

Harvið skrivaðu indar eisini rúmdarsøgu, tí Vikram er fyrsta rúmdarfar, ið hevur sett seg við suðurpólin av mánanum. 

Sjálv rúmdarferðin kallast Chandrayaan-3.

 

Kosta 503 mió. kr.

Indian er harvið fjórða landið í heiminum, ið hevur sett eitt rúmdarfar á mánan. Hini eru USA, Sovjetsamveldið og Kina. 

Endamálið við at fara til suðurpólin á mánanum er vatnið, ið finst har. Um tað er nóg mikið av vatni á suðurpólinum, so kann tað fáa týdning fyri framtíðar gransking av rúmdini. 

Mánaferðin hjá India hevur konsta 73 milliónir dollarar, sum eru 503 milliónir krónur. 

Russland royndi at lenda eitt rúmdarfar á suðurpólinum av mánanum um vikuskiftið. Lendingin miseydnaðist, tí farið datt niður á mána. 

USA og Kina hava eisini ætlanir um mánaferðir næstu árini, og málið er eisini suðurpólurin av mánanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672