Raðfestingar krevja sparingar aðrastaðni

Raðfestingar krevja sparingar aðrastaðni
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at landsstýrisfólk vita, at einki verður gjørt, um fígging ikki er fingin til vega
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyrireikar fíggjarlógaruppskotið fyri 2024. Hon sigur, at raðfestingar krevja sparingar aðrastaðni.
 
24.08.2023 - 13:16

Pengar mugu finnast til raðfestingarnar, sum landsstýrið ætlar. Tað merkir, at pengar skulu sparast aðrastaðni.

Tað staðfestir landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang. 

Í Breddanum í gjár segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, at tá ið næmingar fara í fólkaskúla aftur eftir summarfrítíðina næsta ár, skulu ikki fleiri enn 20 næmingar vera í hvørjum skúlaflokki.

Sambært álitinum, sum landsstýrismaðurin fekk handað fyrr í summar, kostar hendan broytingin 36,8 milliónir krónur. 

 

At hava 20 næmingar í skúlaflokkunum verður mett at kosta umleið 37 mió. kr. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og tað legst aftrat øðrum kostnaðarmiklum ætlanum hjá samgonguni, so sum lønarlyft, styttri arbeiðsviku og skattalætta til lág- og miðallønt.

Og tá hugt verður at inntøkunum, hevur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, sagt í útvarpstíðindunum, at inntøkurnar frá tøkugjaldinum minka í ár.

Ruth Vang sigur, at ætlanirnar hjá landsstýrinum skulu ikki fíggjast við tí, sum kemur meira í kassan. Heldur er ætlanin at skerja aðrastaðni. 

Og landsstýrisfólk vita, at einki verður gjørt, um fígging ikki er fingin til vega.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096