- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein átala til Runavíkar Kommunu

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Runavíkar kommunu enn eina átalu.
Talan er um klagu frá einum fjølmiðli um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði umbøn um alment innlit.
Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at viðgerðin av innlitsumbønini ikki var nøktandi og gevur Runavíkar kommunu átalu fyri handfaringina av málinum.
Innlitsumbønin varð send kommununi 20. juni í ár. Runavíkar Kommuna svaraði ikki umbønini fyrr enn 20. juli, og sendi onga kunning um, at málið ikki kundi avgreiðast innan 10 dagar og hví sum innlitslógin ásetur.
Tá umboðsmaðurin bað um frágreiðing og um skjølini í málinum, svaraði kommunan heldur ikki rættstundis, og Løgtingsins umboðsmaður sendi tvær áminningar fyri at fáa svar.
Í august fekk Runavíkar kommuna eisini eina átalu frá umboðsmanninum. Kommunan hevur sostatt fingið tvær átalur innan ein mánað.




























