Ein feilur, at brot á fiskivinnulóggávuna tók langa tíð

Ein feilur, at brot á fiskivinnulóggávuna tók langa tíð
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, sigur í svari, at tað ikki var væntandi, at ákærdi varð funnin sekur.
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, svarar Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
 
03.09.2023 - 11:57

Ein feilur gjørdi, at tað tók so langa tíð hjá politinum í Føroyum at avgreiða mál um brot á fiskivinnulóggávuna.

Vørn meldaði eitt mál í juli 2018.

Ákæra var skrivað í september 2019.

Ein nýggj meting í juni 2022 gjørdi, at málið var avgreitt við sektaruppskoti.

Brotið á fiskivinnulóggávuna kann bara revsast við sekt.

Brotið á revsilógina varð slept, tí tað kundi ikki prógvast.

Ella, sum tað stendur í rættargangslógini, at tað ikki var væntandi, at ákærdi var funnin sekur.

Hetta er svarið, sum Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, gav Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Hann sigur, at ríkisdvokaturin bað statsadvokatin í Keymannahavn fáa ummæli frá politinum í Føroyum um spurningin hjá Sjúrði Skaale.

Sjúrður Skaale spurdi um stór brot á føroysku fiskivinnulóggávuna, sum ongantíð kom í rættin, hóast talan er um prinsipiell mál.

Málini eru avgreidd við sera lítlari sekt, um sammett verður við álvarssomu ákæruna, sigur fólkatingsmaðurin.

Tey eru løgd til viks í nógv ár, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026