Norðurkorea ætlar at hjálpa Russlandi við vápnum

Norðurkorea ætlar at hjálpa Russlandi við vápnum
New York Times sigur frá keldum, at Kim Jong-un fer til Russlands seinni í hesum mánaðinum
Hvítu húsini ávara um, at Putin og Kim hava sent hvør øðrum brøv, har teir nevndu møguliga vápnaavtalu. 
 
05.09.2023 - 09:44

Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, fyrireikar eina ferð til Russlands, har hann seinni í hesum mánaðinum fer at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Tað siga keldur við The New York Times.

Málið við ferðini er at tosa um møguleikan at veita Russlandi fleiri vápn til kríggið í Ukraina og annað hernaðarligt samstarv, siga ónevndar keldur við blaðið í dag.

Keldurnar eru á embætismannastigi í USA og sameindum londum.

Um so verður, fer Kim Jong-un, sum sjáldan ferðast út um norðurkoreiska høvuðsstaðin, Pyongyang, helst við stálstyrktum toki til Vladivostok við kyrrahavsstrondina í Russlandi, har hann fer at hitta Putin, siga embætisfólkini. 

 

Brævaskifti um vápnaavtalu

Kim kann kanska eisini fara til Moskva, men tað er ikki avgjørt enn.

Hann ætlar eisini at vitja Pier 33, har hernaðarligi kyrrahavsflotin hjá Russlandi liggur við bryggju.

Í gjár ávaraðu Hvítu húsini um, at Putin og Kim høvdu sent hvør øðrum brøv, har teir nevndu møguliga vápnaavtalu. 

Upplýsingarnar hava Hvítu húsini frá fregnartænastuni.

Talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, vil hvørki vátta ella avsanna brævaskiftið, men sigur, at Russland vil menna viðurskiftini við Norðurkorea.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485