Ikki neyðugt at hava danska løggilding

Ikki neyðugt at hava danska løggilding
Broytingin í snarskipanini er gjørd, tí trot er á heilsustarvsfólki í Grønlandi
Jess Svane, landsstýrismaður, og Kaare Dybvad Bek, útlendingaráðharri, skrivaðu undir broytingina í gjár. (Mynd: KNR)
 
07.09.2023 - 10:46

Útlendingar kunnu nú fáa loyvi til at arbeiða í grønlendska heilsuverkinum uttan at skulu hava danska løggilding fyrst.

Tann broytingin í grønlendsku snarskipanini, fast-track, kom í gildi í gjár.

Skipanin kom annars í februar 2021.

Jess Svane, landsstýrismaður, og Kaare Dybvad Bek, útlendingaráðharri, skrivaðu undir broytingina í gjár.

 

Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar

Broytingin umfatar millum annað læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Tey kunnu nú fáa arbeiði í Grønlandi uttan at hava danska løggilding.

Nú skulu grønlendsku myndugleikarnir kanna, um heilsustarvsfólk úr øðrum londum enn Norðurlondum hava kravda førleikan.

Broytingin í snarskipanini er gjørd, tí trot er á heilsustarvsfólki í Grønlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334