Rúsdrekkabroyting uttan Old

Rúsdrekkabroyting uttan Old
Landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen ætlar at gera tvær broytingar í rúsdrekkalógini. Samgongutingmaðurin Henrik Old fer at atkvøða ímóti báðum.
07.09.2023 - 19:36

Í samgonguskjalinum er boðað frá tveimum ítøkiligum broytingum í rúsdrekkalógini. 

"Bryggjarí og brennarí fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum" og "Matstovuvinnan fær loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis."

Lógaruppskotið um at bryggjarí og brennarí skulu sleppa at selja egna framleiðslu var til 1.viðgerð í løgtinginum í vikuni. Men lógaruppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, fekk tá harða mótstøðu frá samgongutingliminum Henrik Old.

Henrik Old ger púra greitt, at hann fer at atkvøða ímóti. 

Seinna broytingin í rúsdrekkalógini, sum landsstýrið ætlar at fremja, verður væntandi borin í løgtingið til várs, sigur Bjarni Kárason Petersen. Tá skal matstovuvinnan fáa loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis, uttanum Rúsdrekkasølu Landsins.

Eisini ta broytingina er Henrik Old harðliga ímóti, og eisini tá fer hann atkvøða NEI.

Samgongan telur 18 tingfólk, og tí er atkvøðan hjá Henrik Old ikki avgerandi. Og sambært landsstýrismanninum sleppur Henrik Old at atkvøða sum honum lystir í hesum málinum. Men restina av samgonguni ætlar tó at fremja tey í verki, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846