- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukraina takkar føroyingum
- Eg vil fyrst og fremst takka føroyska fólkinum fyri, at tit hava tikið so væl ímóti ukrainum. Tey eru trygg og glað, og hava ongar trupulleikar her.
Tað segði ukrainski sendiharrin, Mykhailo Vydoinyk, í longri samrøðu í Breddanum í útvarpinum fyrrapartin.
Spurdur, um hann enn hevur boðskapin, at allir ukrainar skulu koma heimaftur, svaraði hann ja, og at Ukraina hevur brúk fyri øllum ukrainum at byggja landið upp aftur.
- Landið vil nærkast vesturheiminum og fær brúk fyri teimum, sum nú kenna vesturlendsku londini innanfrá og vita, hvussu tey virka, segði Mykhailo Vydoinyk.
Niðanfyri er samandráttur av samrøðuni við Mykhailo Vydoinyk, sendiharra, í Breddanum. Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.
Friðartilgongd
Spurdur, hvat Ukraina er til reiðar at gera fyri at fáa frið, og um Ukraina er til reiðar at lata ein part av landinum frá sær, svarar Vydoinyk, at tað fyri tað fyrsta er eitt kríggj - støðan flytur seg enn, hóast tað gongur spakuliga.
- Okkara hermenn gera sítt besta - tað gongur seint, men fyri okkum er ikki neyðugt, at tað gongur skjótt - vit hugsa meira um at bjarga lívinum á okkara hermonnum.
- Alt verður broytt, tá vit fáa F-16 flogførini, sigur ukrainski sendiharrin, men tey fara ongantíð at góðtaka, at nakað mark verður flutt.
- Nei - hetta er eitt eksistentielt kríggj - vit eiga ikki at geva teimum nakað. Gera vit tað, fær tað avleiðingar fyri restina av heiminum. Stór lond sum Kina og Russland fara at halda, at tey kunnu gera sum teimum lystir.
Vælvildin í vesturheiminum
Amerikanskt forsetaval verður skjótt, og hvat nú um vælvildin úr vesturheimum vendir?
- Ja, tað kann broytast, men vit hava ongan plan B - bara ein plan A, og tað er at fáa okkara land aftur, sigur Vydoinyk.
- Lata vit tey fáa ein lítlan part av okkara landi, fer tað at hava avleiðingar fyri okkara framtíð. Vit fara at berjast til síðsta mann, og vit fáa okkara land aftur, sigur Mykhailo Vydoinyk.
- Tað er eisini uppgávan hjá ukrainskum diplomatum, at greiða heiminum frá, hvat hendir, um stuðulin heldur uppat. Eftir hálvum øðrum ári við kríggi, ásanna nógv lond, at Russland fremur brotsverk við at leypa á grannatjóðina - hetta er brot á altjóða lóg. Øll, sum virða ST-ásetingarnar, mugu eisini virða nakað so grundleggjandi sum territoriala integritetin og sjálvsavgerðarrættin hjá øllum londum. Hetta má ikki broytast, sigur sendiharrin.
Friðartilgongdin
Hvussu sær ein friðartilgongd út hjá tykkum?
- Ukrainski forsetin hevur gjørt ein frymil fyri friði, við tíggju ítøkiligum tiltøkum. Vit byrjaðu hesar fyrireikingarnar, fyrst saman við G7-londunum. Nú eru eini 70 lond við í arbeiðinum.
Nú fyrireika vit eina friðarætlan við hesum londunum, har ukrainski frymilin er ein grundleggjandi partur. Ítøkiliga verður skotið upp, at eingin hevur rætt at hótta onnur lond við kjarnorkuvápnum, at Russland skal taka seg aftur frá kjarnorkuverkum, og matur ikki skal vera brúktur sum vápn.
- Eisini skal Russland taka allar hermenn sínar úr Ukraina. Haraftrat skal ein altjóða dómstólur setast at revsa tey, sum fremja brotsverk, og Russland má gevast við at leypa á kritiska undirstøðukervið, sum skapar menniskjaligar vanlukkur í Ukraina.
Ukrainsk álop
- Er nakað í hesum ætlanum um, at Ukraina gevst at leypa á inni í Russlandi?
- Vit gevast við hesum, tá kríggið er av, og Russland er farið úr Ukraina. Hesi álopini eru eitt lógligt aftursvar móti einum landi, sum hevur lopið á okkum. Russar mugu ásanna at kríggj er tað mest ræðuliga, sum er. Lívið hjá teimum í Moskva ella Skt. Pætursborg kann ikki halda fram, sum um onki er hent. Tey, sum byrja eitt kríggj, skulu eisini vita, at kríggið endar aftur hjá teimum.
- Eg eri sannførdur um, at kríggið eisini verður á russiskum øki. Tey gjørdu eitt stórt mistak við at byrja kríggið, men hetta er okkara veruleiki. Vit mugu stríðast fyri okkara sjálvræði og vinna okkara land aftur, sigur Vydoinyk.
- Grannalondini hjá Ukraina vilja ikki enda í krígsstøðu. Hevur Ukraina ábyrgd at tryggja, at kríggi ikki breiðir seg til grannalondini, og harvið møguliga endar sum ein beinleiðis samanbrestur millum Russland og NATO?
- Vit hava ikki ábyrgd fyri øðrum enn at verja okkara land og fólk, sigur ukrainski sendiharrin.
Putin má steðgast
- Men verður Putin ikki steðgaður í Ukraina, heldur kríggið fram. Russiska propagandamaskinan koyrir so mikið væl, at kríggið heldur fram. Tí mugu vit hava hernaðarligan stuðul nú. So gera okkara herfólk arbeiðið liðugt, heldur enn at onnur lond seinni mugu senda síni egnu herfólk á hermótini. Hetta er týdningarmikið , ikki bara fyri okkum, men fyri øll. Tí grannalondini vera uttan iva næsta málið.
- Í gjár hitti tú løgman og landsstýrismannin í uttanríkismálum. Hvat var boðskapurin til teir?
- Fyrst og fremst vildi eg siga takk fyri tað, sum Føroyar gera fyri at hjálpa ukrainum og fyri neyðhjálpina. Vit tosaðu eisini um verkætlanir um at endurbyggja barnagarðar og skúlar. Eg veit eisini, at her er eitt kjak, um Føroyar skulu halda fram við handilssambandinum við Russland. Vit kunnu steðga krígnum á ymsar hátt, eitt nú við tiltøkum. Tí biða vit okkara samstarvsfelagar í vesturheiminum um at gevast við at samstarva við Russland.
Gjørdu tit avtalu við Hitler?
- Vit eru sannførd um, at um Putin misti hesi sambond, so hevði hann verið noyddur at gevast við krígnum. Hetta er ein einføld umbøn. Eg veit tað kostar hjá tykkum. Men hóast eg ikki kenni tykkara søgu, spyrjið so ommur og abbar tykkara, gjørdu tit avtalur við Hitler undir seinna heimsbardaga?
- Russland hevur eitt nýfasistiskt stýri - har er ongin munur. Eg segði eisini, at tú mást ikki vera ov bláoygdur, tá ræður um avtalur við Russland. Avtalurnar vera brotnar alt fyri eitt, um teir hava áhuga fyri tí, og teir vilja eisini seta tykkum upp ímóti øðrum londum, sigur ukrainski sendiharrin.