KÍ fimm minuttir í dreymalandi - Klæmint skoraði tvey fyri Breiðablik

KÍ fimm minuttir í dreymalandi - Klæmint skoraði tvey fyri Breiðablik
Deni Pavlovic legði KÍ framum eftir steðgin, men Slovan Bratislava vendi dystinum og klaksvíkingarnir taptu við einum. Í Tel Aviv skoraði Klæmint Olsen tvey fyri Breiðablik
KÍ stríddist av øllum alvi í Bratislava, men vóru við undirlutan, tá ið avtornaði
Mynd: TASR/Martin Baumann  
 
21.09.2023 - 21:32

Klaksvíkingar vóru í Conference League-dreymalandi eina løtu. 

Beint eftir steðgin legði Deni Pavlovic KÍ framum eftir knallhart horna frá Árna Frederiksberg við gylta vinstra beininum, og so hómaðist enn eitt evropeiskt stórúrslit.

Soleiðis skuldi kortini ikki verða - ikki hesa ferð - tí leiðslan helt bert í fimm minuttir. Tá javnaði Vladimir Weiss, og eitt korter fyri leiklok skeyt Aleksandar Cavric sigursmálið fyri Slovan Bratislava.

KÍ hevði fleiri góðar royndir síðstu løtuna, men tað eydnaðist ikki at javna ímóti heimaliðnum, sum tískil fekk trý stig og legði seg undir liðina á Lille, sum vann á Olimpia Lublijana í gjár.


Klæmint skoraði tvey í Breiðablik-tapi

Klaksvíkingar vóru ikki einastu føroyingarnir í Conference League hóskvøldið.

Íslendsku meistararnir, Breiðablik, við Klæminti Andrasson Olsen í byrjanaruppstillingini, settu hol á sítt bólkaspæl ímóti Maccabi Tel Aviv, og føroyski framherjin gjørdi veruliga vart við seg.

Hann minkaði um munin tvær ferðir, men tað eydnaðist ikki at javna, og ísraelar fóru tískil við øllum trimum stigunum. Málini hjá Klæminti Andrasson Olsen vóru tey fyrstu hjá einum íslendskum felag í evropeiskum bólkaspæli. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938