Val í Póllandi: Kvinnurættindi á breddan

Val í Póllandi: Kvinnurættindi á breddan
Kvinnurættindi og serliga stranga abortlógin eru eitt av høvuðsevnunum, nú póllendingar skulu á val sunnudagin
PiS-flokkurin hjá polska forsætisráðharranum Mateusz Morawiecki stendur til at vinna tjóðartingsvalið sunnudagin, men kann kortini enda í andstøðu
Mynd: Savnsmynd  
 
10.10.2023 - 19:59

Kvinnurættindi eru vorðin eitt høvuðsevni upp undir tjóðartingsvalið í Póllandi, sum verður sunnudagin.

Serliga er stranga abortlógin í Póllandi komin á breddan í valstríðnum.

Liberala andstøðan í Póllandi hevur fleiri ferðir ført fram, at PiS-flokkurin, sum hevur sitið við valdið í átta ár, ikki hevur tikið javnstøðu í nóg stórum álvara.

Sambært Reuters hevur flokkurin, sum kom til valdið í 2015, avtikið almennan stuðul til IVF-viðgerð til barnleys og hevur eisini gjørt tað til lóg, at bráðfeingis fyribyrgingarevni bert verða útflýggjað eftir ávísing frá lækna.

Samstundis er flokkurin fortalari fyri strangu abortlógini í Póllandi, sum sigur, at fosturtøka einans er loyvd í sambandi við neyðtøku, incest ella um tað stendur um lív hjá mammuni.

Hinvegin hevur flokkurin sett átøk í verk at eggja polskum kvinnum til at fáa fleiri børn, eitt nú við at geva fíggjarligar fyrimunir til tær kvinnur, sum eiga í minsta lagi fýra børn.

Veljarakanningar vísa, at tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn enn ikki hava tikið støðu til, hvar tær fara at seta krossin sunnudagin. Eygleiðarar meta, at hesar leysu atkvøðurnar kunnu gerast sera týdningarmiklar hjá andstøðuni til at koppa stjórnini.

Roknað verður tó við, at ráðandi PiS-flokkurin fer at vinna valið, men at talan ikki verður um so greiðan sigur sum áður, og at tað møguliga fer at bera til hjá andstøðuflokkunum at skipa eina meiralutasamgongu, hóast PiS verður størsti flokkur, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688