Aftur jarðskjálvti í Afganistan

Aftur jarðskjálvti í Afganistan
Skjálvtin var í nátt, og hann var eisini í Herat-landspartinum
Jarðskjálvtin í Afganistan um vikuskiftið hevur kravt í minsta lagi 2.400 mannalív. Her leita fólk eftir deyðum undir húsatoftunum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.10.2023 - 08:49

Ein jarðskjálvti, sum varð mátaður til 6,3 á Richter-stiganum, hevur rakt útnyrðingspartin av  Afganistan, skrivar Reuters.

Jarðskjálvtin var einar 28 kilometrar uttan fyri høvuðsstaðin í Herat-landspartinum, upplýsir amerikanski jarðfrøðikanningarstovnurin.

Jarðskjálvti rakti í nátt, nú tey framvegis stríðast í Afganistan eftir eina røð av jarðskjálvtum, sum vóru har um vikuskiftið.

Tað var eisini Herat-landsparturin, sum varð raktur um vikuskiftið.

Tann harðasti varð mátaður til 6,3 á Richter-stiganum, og fleiri eftirskjálvtar vóru eisini.

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtarnar um vikuskiftið er farið upp um 2.400 fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688