- Seinni hálvleikur drepur dystin

- Seinni hálvleikur drepur dystin
Útvísingin av Hørði Askham, seks sekund eftir at seinni hálvleikur millum Føroyar og Pólland var byrjaður, fekk avgerandi týdning, helt liðskiparin, Viljormur Davidsen
12.10.2023 - 22:37

Seinni hálvleikur var ikki meira enn seks sekund gamal, tá ið Arkadiusz Milik varð spældur leysur, og Hørður Askham noyddist at gera eina desperata roynd at steðga pólska álopsmanninum.

Milik fór um koll, og ólukkutíð fyri Føroyar metti dómarin, at talan var um fríspark og reytt kort til føroyska miðverjan. Óheppið, ja, men ósketni í verjuspælinum spældi avgjørt ein leiklut. Fortreytirnar hjá føroyingunum, sum longu vóru aftan fyri 1-0, versnaðu sjálvandi munandi, og hetta var avgerandi støðan í dystinum, helt føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen.

 - Seinni hálvleikur drepur hendan dystin, tók HB-verjuleikarin samanum. 

 - Tú heldur kanska, at tú kanst líka slappa av, men upp á eitt splitt-sekund koyra teir á. Tað hevur tú ikki ráð til í slíkum dystum, og vit verða revsaðir øgiliga hart í dag, segði Viljormur Davidsen, sum legði afturat, at reyða kortið var hart dømt.

Eins og í seinna hálvleiki, fingu føroyingarnir ein frammaná mestsum beinanvegin í dystinum, tá ið bólturin ikki varð sparkaður burtur, og Sebastian Szymanski fekk skot á við vinstra á brotsteigarmarkinum. Mathias Lamhauge hevði ongan kjans, og so var longu mótbrekka í síðsta heimadystinum í hesi EM-undankappingini.

 - Hetta var ikki tað, sum vit høvdu sett nøsina upp eftir, segði ein vónbrotin liðskipari.

Nú gongur leiðin til Plzen, har Kekkia tekur ímóti sunnudagin. Eftir tann dystin er bert útivallardysturin ímóti oddaliðnum í bólkinum, Albania, eftir í undankappingini.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604