Abbas: Hamas umboðar ikki palestinska fólkið

Abbas: Hamas umboðar ikki palestinska fólkið
Ísrael vísir aftur, at semja er gjørd við USA og Egyptaland um vápnahvíld
Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2023 - 08:37

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, sigur, at gerðirnar og politikkurin hjá Hamas umboða ikki palestinska fólkið. 

Tað segði hann í telefonsamrøðu við forsetan í Venesuela, Nicolas Maduro. Teir tosaðu um ísraelsku bumbuálopini í Gasa eftir deyðiligu álopini hjá Hamas á ísraelskar býir. 

Mahmoud Abbas segði í samrøðuni, at tað er bara PLO, sum umboðar fólkið í Gasa, skrivar Reuters.

 

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri. 

 

Eingin vápnahvíld

Ísrael vísir aftur, at semja er gjørd um vápnahvíld har suðuri í Gasageiranum. 

Tað skrivar Reuters.

Fyrr í morgun frættist, at Ísrael, USA og Egyptaland vóru samd um vápnahvíld.

Vápnahvíldin skuldi, sambært egyptiskum keldum, byrja klokkan sjey okkara tíð í morgun. Samstundis skuldi marknaliðið við Rafah, sum er millum Gasageiran og Egyptaland har suðuri í geiranum, lata uppaftur.

 

Fráboðan frá umsitingini

Stutt eftir at egyptiskar trygdarkeldur søgdu við tíðindastovuna, at Ísrael, USA og Egyptaland vóru samd um slíka vápnahvíld, kom fráboðan frá umsitingini hjá ísraelska forsætisráðharranum.

- Fyribils er eingin vápnahvíld og humaniter hjálp í Gasa fyri at fáa útlendskar ríkisborgarar út, sigur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, í fráboðanini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329