Kanska stjórnarskifti í Póllandi

Kanska stjórnarskifti í Póllandi
Stjórnarflokkurin er framvegis størstur, men hann kann fáa trupulleikar at samstarva við aðrar flokkar
Donald Tusk er leiðari í størsta andstøðuflokkinum í Póllandi. Hann er fyrrverandi formaður í ES-ráðnum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2023 - 13:42

Nógv bendir á, at stjórnarskifti verður í Póllandi eftir tjóðartingsvalið í gjár.

Konservativi flokkurin, Lóg og rættvísi, hevur havt valdið í Póllandi í tvey valskeið, men tað kann verða torført at at skipa meiriluta.

Lóg og rættvísi er framvegis størsti flokkur í tjóðartinginum, men tað gongur striltið at fáa aðrar flokkar at samstarva við, til tess at varðveita meirilutan.

Ið hvussu er hevur ein flokkur longu víst aftur at skipa samgongu saman við Lóg og rættvísi, skrivar Ritzau.

 

Flokkurin, Lóg og rættvísi, sum hevur havt stjórnarvaldið, hevði afturgongd í gjár, men er framvegis størsti flokkur. Í miðjuni Jaroslaw Kacinzky, floksformaður. (Mynd : Reuters/RItzau Scanpix)

 

Talan er um mið-høgra valsamgonguna, Triði vegurin, sum umfatar pólska Fólkaflokkin og Pólland 2050.

- Veljararnir hjá okkum vilja hava broytingar, og vilja hava Lóg og rættvísi frá valdinum, sigur formaðurin í øðrum flokkinum, sum er í valsamgonguni, við eina útvarpsstøð.

Fyribils tøl vísa, at valluttøkan á valinum í Póllandi í gjár kann koma upp í 72,9 prosent. Og tað er meiri enn í 1989, tá kommunistastýrið fall. 

Endaliga úrslitið er ikki greit ennt, men veljarakanningar, sum er gjørdar á valstøðum, vísa, at andstøðan kann fáa 248 av 460 sessum í Sejmen, sum er onnur tingdeildin í pólska tjóðartinginum.

Tað kann hava við sær, at stjórnaskifti verður í landinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871