Fýra andstøðuuppskot fáa fyrstu viðgerð

Fýra andstøðuuppskot fáa fyrstu viðgerð
Fólkaflokkurin eigur tvey, Sambandsflokkurin eitt, og allir triggir andstøðuflokkarnir eiga eitt uppskot
Fýra andstøðuuppskot verða viðgjørd í tinginum í dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.10.2023 - 08:39

Fýra andstøðuuppskot hava fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag.

Fólkaflokkurin eigur tvey, Sambandsflokkurin eitt, og allir triggir andstøðuflokkarnir eiga eitt uppskot.

Fólkaflokurin vil, at útróðrarbátar minni enn 15 tons varðveita veiðiloyvið og fiskiloyvini til 1.januar 2036 í staðin fyri til 2034.

Og hann mælir til at broyta landsskattastigan, sum ikki er broyttur síðani 2016. Flokkurin vil hvørt ár javna mørkini í landsskattastiganum. Fólkaflokkurin hevur uppskot um, at skattastigin fyri 2024 verður javnaður fýra prosent. 

 

Bygnaðarbroytingar

Sambandsflokkurin hevur uppskot um bygnaðarnevnd.

Nevndin skal kanna, hvørjir møguleikar eru í almenna geiranum at gera neyðugar bygnaðarbroytingar, nýskipanir og betri almennar tænastur.

Og teir tríggir andstøðuflokkarnir mæla til at størsta útgjald úr Barsilsskipanini hækkar 3.000 krónur, úr 25.000 krónum upp í 28.000 krónur um mánaðin.

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, skal svara skrivligum fyrspurningi frá Helga  Abrahamsen, løgtingsmanni, um vinndorku á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan ellivu.

.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286