Eilif Samuelsen fekk Heiðursgávu landsins 2023

Eilif Samuelsen fekk Heiðursgávu landsins 2023
Heiðursgáva landsins 2023 verður latin Eilifi Samuelsen, týðara, fyri hasara stóra arbeiði at týða eina røð av klassiskum bókmentum til føroyskt
Eilif Samuelsen, týðari, fær handa Heiðursgávu landsins 2023
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 19:30

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst latið Eilif Samuelsen, týðara, Heiðursgávu landsins 2024. 

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur, og hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Eilif Samuelsen er útbúgvin lærari, og virksemi hansara sum týðari tók dik á seg í 2004, tá forlagið Hemlið gav út "Játtanir Augustinusar" eftir Aurelius Augustinus í føroyskari týðing.  

 

Ein røð av klassiskum bókmentum

Síðan hevur Eilif Samuelsen latið eina langa røð av klassiskum bókmentum í føroyskt mál.

Bøkur eftir Aristoteles, Platon, Montaigne, Machiavelli, Løgstrup og Lagerkvist eru millum heimsbókmentirnar, ið Eilif hevur týtt og givið út á egnum forlagi.

Nýggjasta útgávan er týðingin av bókini "Um stutta lívið og onnur rit" eftir stoiska heimspekingin Seneca, sum kom út á føroyskum í mai 2023.

At kunna lesa Platon og Aristoteles á føroyskum er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað er ein gáva til okkum øll, og er at takka eldsálini og kappanum Eilifi Samuelsen fyri.

Fyri mentanarligu avrikini fær Eilif Samuelsen Heiðursgávu landsins 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809