Teitur Lassen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2023

Teitur Lassen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2023
Mentanarvirðisløn landsins 2023 varð í kvøld latin Teiti Lassen, tónlistamanni, sum tøkk fyri útint listarligt avrik
Tónlistamaðurin Teitur Lassen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2023
Mynd: Teitur á Facebook  
 
18.10.2023 - 20:18

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur júst handað Teiti Lassen, tónlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins fyri 2023. 

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur, verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Í síni grundgeving, staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, at Teitur Lassen er fjølgávaður tónlistamaður, tónasmiður, yrkjari, tónleikari, sangari og framleiðari.

 

Eyðsýndar gávur

Tónlistagávurnar vóru eyðsýndar longu í tannáringaaldri. 

20231018_NET_MARK_NO_LIMITS_PRIX_FOROYAR_1995

Heimliga gjøgnumbrotið á tónleikapallinum kom til Prix Føroyar í 1995 við poppbólkinum Mark No Limits. Omanfyri sæst framførslan hjá Mark No Limits í fyrstu Prix Føroyar-finaluni. 

Árið eftir, í 1996, kom útgávan "Mark No Limits", sum hevði sína serstøku og seinni so eyðkendu ljóðmynd. 

Sum singer/songwriter hevur Teitur havt hugbindandi og nærverandi konsertir kring heimin í meir enn 20 ár.

Stóra altjóða gjøgnumbrotið kom við útgávuni "Poetry & Aeroplanes" í 2003, sum framvegis stendur sum ein tónlistaligur varði við sangum sum "I Was Just Thinking", "Josephine" og "One And Only".

 

Ein lýsandi stjørna

Millum aðrar týðandi útgávur eru "Káta Hornið" frá 2007, har Teitur yrkir og syngur á føroyskum, "Let the Dog Drive Home" frá 2010 og "I Want to be Kind" frá 2018.

Hóast ljóðmyndin framvegis er hin eyðkenda, er Teitur alsamt leitandi og kannandi á síni leið gjøgnum tónleikin.

Teitur er ein lýsandi stjørna á føroyska tónleikapallinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179