Danir kunnu vænta fleiri vatnflóðir

Danir kunnu vænta fleiri vatnflóðir
Tey, sum búgva við sjógvin, eiga javnan at kanna eftir, um nóg væl er vart fyri flóðini, siga veðurfrøðingar
Vatnflóðin í Danmark seinastu dagarnar hevur gjørt stóran skaða.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.10.2023 - 08:53

Danir, sum hava verið plágaðir av illveðri og vatnflóð seinastu dagarnar, kunnu rokna við fleiri vatflóðum longu um vikuskiftið.

Veðurfrøðingar siga, at kommunur og økir, sum liggja nærindis strondini, mugu javnan kanna eftir, um verjan fyri vatnflóð er nóg góð.

Henda støðan fer at venda aftur í framtíðini orsakað av veðurlagsbroytingum. 

- Næstu árini skulu vit rokna við líknandi vatnflóðum, sum vit hava sæð hesa ferð, sigur Kristine Skovgaard Madsen, sum er havfrøðingur hjá danska veðurstovninum, við danska kringvarpið.

Víðari sigur hon, at vatnstøðan stigvíst fer at hækka, og tað merkir, at komandi illveðursdagar fara at elva til alsamt størri vatnflóðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334