Mærsk fer at siga 10.000 fólkum úr starvi

Mærsk fer at siga 10.000 fólkum úr starvi
Stóra danska reiðaríið, Mærsk, boðar í dag frá, at tað fer at leggja niður 10.000 størv á heimsstigi
Minkandi eftirspurningur og lægri umsetningur er orsøkin til, at Mærsk nú sigur 10.000 fólkum úr starvi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
03.11.2023 - 08:21

Mærsk fer at siga fleiri túsund fólkum upp í fyritøkuni. 

Tað merkir, at reiðaríið leggur niður 10.000 størv á heimsstigi, boðar fyritøkan frá í roknskaparfrágreiðingini fyri triðja ársfjórðing 2023, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Orsøkin til hópuppsagnirnar eru broyttur marknaður við lægri umsetningi. 

- Okkara vinna er í eini tíð við minkandi eftirspurningi, lægri umsetningi, søguliga lágum farmaprísum og inflatiónstrýsti, sigur forstjórin í A. P. Møller, Vincent Clerc, í roknskaparfrágreiðingini.

Avgerðin ber í sær, at samlaða talið av starvsfólkum í Mærsk fer niður um 100.000 fólk.

Sambært Ritzau, so væntar Mærsk at spara 600 milliónir dollarar, sum svarar til 4,2 milliardir krónur, um árið, tá sæð verður burtur frá útreiðslunum í sambandi við uppsagnirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341