Tilbúgving og revsirættur umrøtt í Oslo

Tilbúgving og revsirættur umrøtt í Oslo
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hitti í stíðstu viku norska varaløgmálaráðharran, Hans-Petter Aasen
Hans-Petter Aasen, norski varaløgmálaráðharrin og Bjarni Kárason Petersen hittust í Oslo í síðstu viku.
Mynd: Løgmálaráðið  
 
08.11.2023 - 17:08

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hitti í stíðstu viku norska varaløgmálaráðharran, Hans-Petter Aasen, í Oslo.

Teir báðir umrøddu tilbúgving og revsirætt, sum báðir varða av.

Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar vilja gerast partur av norðurlendsku samstørvunum, sum finnast, millum annað í tilbúgving og veitingartrygd av kritiskum vørum.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at nógv av hesum fer fram í Haga-samstarvinum, sum er norðurlendskt samstarv um sivila tilbúgving, sum Føroyar arbeiða við at gerast partur av.

Í sambandi við at revsilógin skal dagførast, so hon er betur lagað til føroyska samfelagið, málburð og menning, spurdi Bjarni Kárason Petersen um arbeiðið at gera nýggja revsilóg í Noregi.

Sambært norska varaløgmálaráðarranum tók tað fleiri ár, at smíðað nýggju revsilógina lidna.

Norska løgmálaráðið fer at stuðla føroyska revsilógarareiðnum, við eitt nú at geva viðkomandi upplýsingar, álit, frágreiðingar og annað, um biðið verður um tað.

Her síggjast Hans-Petter Aasen, norski varaløgmálaráðharrin og Bjarni Kárason Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026