Málningur hjá Picasso fór fyri eina milliard

Málningur hjá Picasso fór fyri eina milliard
Málningurin "Femme A La Montre" er málaður í 1932
Málningurin ímyndar Marie-Thérèse Walter, sum var modell og frilla hjá Pablo Picasso.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.11.2023 - 15:30

Eitt av meistaraverkunum hjá kenda spanska listamálaranum Pablo Picasso er selt fyri 140 milliónir amerikanskar dollarar, svarandi til eina slaka milliard krónur, ella 970 milliónir krónur.

Tað er næsthægsti prísur, sum nakrantíð er latin fyri eitt verk av víðagitna listamálaranum.

Málningurin "Femme A La Montre", ið kann týðast til "Kvinna við uri," er málaður í 1932.

Málningurin ímyndar Marie-Thérèse Walter, sum var modell og frilla hjá Pablo Picasso.

Tað er ikki alment kent, hvør keypti málningin, sum Emily Fisher Landau, listasavnari, ið doyði í mars í ár, hevði átt síðani 1968, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286