Aftur í Stjørnuni: Kári Horn vil venda gongdini

Aftur í Stjørnuni: Kári Horn vil venda gongdini
Kári Horn er aftur í venjarasessinum, sum hann fór úr fyri bert einum ári síðan. Hóast Stjørnan hevur fingið vánaliga byrjan, hevur afturkomni venjarin góðar vónir
13.11.2023 - 15:25

Fyri tveimum vikum síðan, gjørdist Kári Horn aftur venjari í Stjørnuni.

Bert eitt ár er ligið, síðan hann takkaði fyri seg, men afturkomni venjarin hevur greiðar ætlanir um at venda vánaligu gongdini í klaksvíksfelagnum. 

 - Tað er kalt, smílist Kári Horn, tá hann verður spurdur um, hvussu tað er at vera aftur í Klaksvík. Óvist er, um hann sipar til veðurlagið ella fáu stigini í stigatalvuni higartil, men stigatlavuna ætlar hann í øllum førum at gera okkurt við.

 - Vit hava arbeitt fram ímóti, at hini helst ikki skulu gera av nógv mál í mun til seinast, og tað gekk framá hesa ferð, sigur afturkomni venjarin.

Um vikuskiftið eydnaðist at vinna sannførandi á VB, og nú hyggja klaksvíkingarnir uppeftir.

 - Vit skulu taka nøkur smá fet í senn, men vit mugu longur upp. Tað er ætlanin, sigur Kári Horn.

Hvussu langt?

 
- Helst allan vegin, men nú mugu vit síggja, hvørjar spælarar vit hava at arbeiða við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968