Grønland tekur eisini undir við París-avtaluni

Grønland tekur eisini undir við París-avtaluni
Samgonguflokkurin Siumut, sum hevur verið ivasamur, hevur nú boðað frá, at hann tekur undir við avtaluni
Erik Jensen er formaður í Siumut.
Mynd: KNR  
 
16.11.2023 - 10:57

Nú er greitt, at Grønland eisini tekur undir við París-avtaluni, sum bindur lond til at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum.

Leingi hevur verið arbeitt við málinum.

Í november í 2021 upplýsti Múte B. Egede, landsstýrisformaður, at Grønland fór at taka undir við París-avtaluni.

Men ætlanin var av ongum, tá flokkurin Naleraq fór úr landsstýrissamgonguni, og Siumut kom upp í samgonguna í staðin. 

Siumut hevur verið ivasamur um veðurlagsavtaluna, og hevur viljað havt fyrimunir og vansar kannaðar.

Erik Jensen, formaður í Siumut, sigur við KNR, at nú eru øll ivamál loyst, og flokkurin er til reiðar at taka undir við avtaluni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155