Føroyar køvdu albanska veitslurúsin

Føroyar køvdu albanska veitslurúsin
Føroyar endaðu EM-undankappingina ein og hon byrjaði; við einum stigi í Eysturevropa, og fingu ein góðan enda upp á eitt landsliðsár, sum helst skjótt verður gloymt
Jóan Símun Edmundsson roynir flogið á Air Albania-leikvøllinum
Mynd: Florion Goga/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.11.2023 - 19:37

Føroyar køvdu albanska veitslurúsin í Tirana, tá síðsti EM-undankappingardysturin í einum annars bleikum landsliðsári endaði við málleysum javnleiki frammanfyri glóðheitu viðhaldsfjøldini á Air Albania-leikvøllinum.

EM-kláru albanarnir høvdu kanska bestu kjansirnar, men føroyska avrikið var gott - allir spælararnir tóku tøk -  spælið hekk væl saman í løtum og var eydnan við føroyingunum, kundi tað enda við føroyskari veitslu. 


Føroyar byrjaðu væl 

Føroyingarnir fingu eina góða byrjan upp á dystin frammanfyri veitslufúsu viðhaldsfólkunum á Air Albania-leikvøllinum, og spælararnir tóktust altráir eftir at vísa seg fram í ársins síðsta dysti. 

Spælið hekk væl saman í løtum, og føroyingarnir hóttu mótstøðumálið viðhvørt - serliga eftir deyðbóltar.

Verri var, at bæði Mathias Lamhauge og Gunnar Vatnhamar fingu snuddir í nærdystum. Føroyski málverjin var somikið illa skaddur, at hann noyddist av vøllinum fyri Bárð á Reynatrøð. Myndirnar avdúkaðu, at B36-málverjin var tíðiliga ávirkaður av óhepnu støðuni.

Albanar høvdu hug at royna nýggja málverjan beinanvegin við skotum útifrá, men annars hevði heimaliðið ikki stórt at bjóða upp á í álopsspælinum. 

Ikki fyrrenn beint fyri steðgin royndu teir seg av álvara. Fyrst fekk Myrto Uzuni alt ov nógv pláss og royndi seg við skoti frá 16 metrum, og beint eftir gjørdist Jasir Asani púra leysur í brotsteiginum, men í báðum førum stórbjargaði Bárður á Reynatrøð og bjargaði Føroyum eina málleysa hálvleiksstøðu.


Fánaðu so líðandi

Skaðatrupulleikarnir hildu fram eftir steðgin. Brandur Hendriksson Olsen fekk ein stoyt í knæið í fyrra hálvleiki, og eftir góðan tíma, mátti hann geva skarvin yvir. 

Áðrenn tað hildu Føroyar fram við góða spælinum, og tá 55 minuttir vóru spældir, var Jóannes Bjartalíð sentimetrar frá leiðslumálinum, tá hann skeyt við høgra av brotsteigarmarkinum.

Albanski hátíðardámurin var køvdur munandi, og viðhaldsfólkini, sum tevjaðu blóð áðrenn dystin, fóru at rópa á sínar egnu. 

Kontanti boðskapurin tóktist røkka niður á vøllin, har heimaliðið fekk tamarhald á í alsamt størri mun. Veruliga vandamikið gjørdist Albania kortini ongantíð, og so endaði undankappingin eins og hon byrjaði; við einum stigi í Eysturevropa.


Air Albania-leikvøllurin (EM-undankapping)
Albania - Føroyar, 0-0 (0-0)


Jóannes Bjartalíð var bert ein av føroyingunum, sum vísti seg frá síni bestu síðu í javnleikinum í Albania. MYND: Florion Goga/Reuters/Ritzau Scanpix


Gunnar Vatnhamar fekk ein snudd undir eyga aftir samanstoyt við Viljorm Davidsen, men leirvíkingurin vildi ikki geva skarvin yvir. MYND: Florion Goga/Reuters/Ritzau Scanpix


René Shaki Joensen byrjaði á sentrala miðvøllinum, og hansara orka og ágangandi stílur komu væl við hjá Føroyum. MYND: Florion Goga/Reuters/Ritzau Scanpix


Andrias Edmundsson fekk aftur álit frá venjaranum og ungi miðverjin mundi ikki seta ein fót skeivt í frálíkum avriki. MYND: Florion Goga/Reuters/Ritzau Scanpix

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740