Fegnast um at hjálparfólk fáa útbúgving sum námsfrøðingar

Fegnast um at hjálparfólk fáa útbúgving sum námsfrøðingar
Formaðurin í Pedagogfelagnum tekur væl ímóti ætlanini hjá Tórshavnar kommunu
Ætlanin er, at 30 hjálparfólk í føstum starvi á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu fáa møguleika at taka útbúgving í námsfrøði. (Savnsmynd)
 
24.11.2023 - 12:20

Nú fáa 30 hjálparfólk í føstum starvi á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu møguleika fyri at taka útbúgving sum námsfrøðingar.

Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið.

Útbúgvingin verður tikin sum fjarlestur á VIA University College í Viborg, sum fer at standa fyri námsfrøðiútbúgvingini. 

 

Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum. 

 

Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, er fegin at hoyra um tilboðið til hjálparfólk innan námsfrøði í høvuðsstaðarøkinum.

Hoyr innslag í útvarpstiðindunum: 

 

24112023_Philbrow

 

Skipanin verður soleiðis, at hjálparfólkini arbeiða á stovni í Tórshavnar kommunu og fáa løn sum vanligt, burtursæð frá teimum døgum, tey eru í skúla.

Í fyrstu atløgu vera tað upp til 30 pláss tøk at sleppa inn á hesa útbúgvingina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083