Conference League: KÍ má vinna

Conference League: KÍ má vinna
KÍ, sum má vera leikbannaða Árna Frederiksberg fyriuttan, má vinna á Slovan Bratislava á Tórsvølli, um tað skal eydnast at spæla seg víðari úr bólkaspælinum
Umgyrdur: Árni Frederiksberg hevur verið stóri spælarin hjá KÍ í Evropa. Hann er ikki við í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.11.2023 - 15:28

KÍ er undir trýsti undan Conference League-dystinum ímóti Slovan Bratislava á Tórsvølli í dag.

Um tað skal eydnast klaksvíkingum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, skulu teir vinna á Slovan Bratislava.

KÍ hevur fýra stig, meðan slovakarnir hava sjey, nú bert tveir dystir eru eftir. Innanhýsis úrslit telja meir enn málúrtøka, og Slovan Bratislava vann 2-1 í fyrra dystinum millum liðini bæði. Tí er ein KÍ-sigur alneyðugur.


Greiður setningur er ein fyrimunur

KÍ hevur staðið seg framúr væl í heimavølli í evropeiskum fótbólti hetta kappingarárið. Klaksvíkingar hava spælt seks dystir uttan at tapa, og bert tvey mál eru farin ígjøgnum hjá svenska málverjanum, Nils Jonathan Johansson, sum dámar væl, at setningurin í dag er greiður.

 - Tað verður onkursvegna einfaldari í og við, at vit mugu vinna, sigur málverjin við Portal.fo.
 
 - Men sum vit hava staðið okkum á heimavølli í Evropa í ár, so fara vit sjálvandi eftir trimum stigum.


Eingin Árni

Stóri spælarin hjá KÍ í ár hevur verið Árni Frederiksberg. Vongurin hevur bæði skotið og lagt upp til fleiri mál í evropeisku dystunum hjá klaksvíkingum í ár. 

Hann varð vístur av vølli í tapinum fyri Olimpija Ljubljana í seinasta umfari, og er tískil ikki við í dag. Hvussu víkir og vendir, má hetta metast sum ein stórur missur fyri KÍ, sum hevur tørv á í minsta lagi einum máli á Tórsvølli í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107