Magne Hoseth heldur helst fram í KÍ

Magne Hoseth heldur helst fram í KÍ
Conference League-dysturin ímóti Lille verður neyvan hin síðsti hjá Magne Hoseth sum KÍ-venjari. Tað segði norðmaðurin á tíðindafundi í Lille seinnapartin
Magne Hoseth hevur sambært norska TV2 fingið fyrispurning um venjarastarvið í Start
 
13.12.2023 - 16:25

Conference League-dysturin ímóti Lille í annaðkvøld verður neyvan hin síðsti hjá Magne Hoseth sum venjari hjá KÍ.

Norski miðilin, TV2, skrivaði í gjár, at felagið, Start, sum spælir í næstbestu norsku deildini, hevur tosað við KÍ-venjaran um høvuðsvenjarastarvið, men tíðindafundurin í Lille seinnapartin bendi á, at Magne Hoseth heldur fram í Klaksvík.

Tíðindamaðurin hjá Portal.fo, Agnar Prestá, spurdi Magne Hoseth, um hetta var kundi verða síðsti dystur hansara á KÍ-bonkinum.

 - Neyvan, svaraði KÍ-venjarin.

 - Eg havi verið fulltíðarfótbóltsspælari síðan eg var 17 ára gamal, og fór síðan beinleiðis til venjaragerningin og kenni hetta við søgunum og leysasøgunum. Eg veit ikki, hvar søgan kemur frá, men veit, at tey (TV2, red.) tosaðu við umboðsmann mín. Tað er tað. So hetta er ikki nakað, sum eg hugsi um. Eg hugsavni meg um KÍ og dystin í morgin, segði Magne Hoseth á tíðindafundinum.

Sambært TV2, hevur umboðsmaðurin hjá Magne Hoseth, Sverre Mauseth, onga viðmerking til søguna hjá norska miðlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329