Danmark bjóðar av til venjingardyst

Danmark bjóðar av til venjingardyst
Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal spæla venjingardyst ímóti Danmark á Brøndby Stadion í mars
Odmar Færø og hinir skulu aftur royna seg ímóti Danmark í mars
 
15.12.2023 - 07:53

Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal spæla venjingardyst ímóti Danmark í mars.

Dysturin verður á Brøndby Stadion 26. mars, og talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum Føroyar skulu spæla í mars 2024, skrivar fsf.fo.

Annars  eru 10 dystir á skránni hjá Føroyum næsta ár. Fýra venjingardystir vera í mars og juni, og síðan er seks dystir í Nations League-kappingini, sum byrjar í september og endar í november.

Lutakastið til Nations League, har Føroyar framvegis eru í triðbestu deildini, verður 8. februar.

Venjingardysturin millum Danmark og Føroyar er eisini liður í fyrireikingunum hjá Danmark til EM-endaspælið næsta summar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342