Nógv sjónarmið um verjuna. Bretar eiga hana er eitt

Nógv sjónarmið um verjuna. Bretar eiga hana er eitt
Uppskot hjá Sambandsflokkinum um verju og trygd býtti uttanlandsnevndina í tríggjar partar
Bretskt stríðsflogfar. Bretar hava verjuna í Føroyum fyri Nato, sigur Fólkaflokkurin.ri V
 
18.12.2023 - 05:56

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.

Umboðini hjá samgonguni í uttanlandsnevndini siga, at løgtingið hevur fingið at vita, at landsstýrið ætlar at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri løgtingið í hesi tingsetu. 

Seinasta samtyktin er frá 2004. Meirilutin vil hava kunning frá landsstýrinum um støðuna í málinum. 

Tí heitir meirilutin í uttanlandsnevndini á landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum um skjótast gjørligt at bjóða uttanlandsnevndini á fund og geva nevndini miðvísa og fullfíggjaða kunning um, hvørjar samráðingar hava verið, um hvat, við hvønn og hvør væntaði framtíðar luturin hjá Føroyum skal vera. 

Sambandsflokkurin heldur, at landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórnin kemur við. 

Tað heldur Miðflokkurin eisini.

Bretar eiga verjuna

Fólkaflokkurin heldur, at Føroyar skulu ikki blandast uppí innanhýsis samráðingar millum donsku flokkarnar og føroysku fólkatingsumboðini um verjusemju. 

Samskiftið eigur at vera millum avvarðandi ráðharrar, í hesum føri millum landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum og danska verjumálaráðharran, um møguligar ætlanir um Føroyar. 

Men Føroyar eru partur av verjuni hjá Bretlandi í Nato-høpi, sigur Fólkaflokkurin.

Tí skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt fáa samskifti í lag við bretar um lutin hjá Føroyum í verjuni í Norðuratlantshavi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677