Stórt lokkingarmálið í rættinum í dag

Stórt lokkingarmálið í rættinum í dag
16 børn í aldrinum 10 til 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi, stendur í ákæruritinum
Ein maður hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 22. juni í ár í stóra lokkingarmálinum
Mynd: Savnsmynd  
 
18.12.2023 - 10:23

Stóra lokkingarmálið (groomingmálið), har 16 børn millum 10 og 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi, er fyri Føroya Rætt í dag.

Tað sigur politiið í tíðindaskrivi.

Sambært politinum, so er ágangurin framdur á fleiri sosialum miðlum, serliga á Snapchat, men eisini Tiktok og F3.

 

Sitið í varðhaldi síðani 22. juni

Ein maður hevur sitið varðhaldsfongslaður í málinum síðani 22. juni í ár. 

Í samband við kanningararbeiði hevur politiið eisini handtikið og skuldsett tveir aðrar menn fyri kynsligan ágang móti børnum.

Annar teirra varð handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann var ávegi til Føroya at hitta eitt av børnunum, sum hann hevði havt samband við á sosialu miðlunum, sigur Politiið.

Av tí at maðurin býr í Danmark, varð tað málið latið politinnum í Danmark til víðari kanningar.

 

Samlegu við barn undir 15 ár

Triði maðurin vísti seg ikki at vera partur av sjálvum groomingmálinum, men kanningararbeiði hjá politinum avdúkaði, at hann í fleiri førum hevði havt samlegu við barn, sum tá var undir 15 ár.

Sambandið við tað barnið byrjaði eisini á sosialu miðlunum.

Hetta málið varð kannað fyri seg, og Føroya rættur dømdi í september mannin til sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, sum maðurin tó hevur kært til Eystara landsrætt, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522