Alexander Vucic sær út til at vinna stórsigur í serbiska valinum

Alexander Vucic sær út til at vinna stórsigur í serbiska valinum
Parlamentsval var í Serbia í gjár. Fyribils úrslitini vísa stórsigur til flokkin hjá forsetanum Alexander Vucic, Serbiska framburðsflokkinum
Alexander Vucic, ið er sitandi forseti í Serbia, greiðir sína atkvøðu á serbiska valinum í gjár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.12.2023 - 10:30

Framskrivingarnar av serbiska valinum í gjár vísa, at flokkurin hjá forsetanum, Alexander Vucic, fer at fáa 47 prosent av atkvøðunum.

Størsti kappingarneytin er ein samgonga av anstøðuflokkum, sum kallar seg "Serbia ímóti harskapi".

Fyribils útslitini vísa, at hendan flokssamgongan fær góð 23 prosent av atkvøðunum. 

 

Óreglusemi á fleiri valstøðum

Sambært BBC og øðrum miðlum, hava verið fráboðanir um óreglusemi á fleiri valstøðum, og anstøðan hevur sagt seg fara at mótmæla atkvøðuteljingini, við øllum demokratisku amboðunum.

Men Ana Brnabic, forsætisráðharrin, sum her sæst standa undir liðini á flokksfelaganum Vucic, forseta, vísur øllum ákærum um valsvik aftur, skrivar BBC.

- Ákærur um valsvik hava bert til endamáls at sáa iva, ótta og ruðulleika, sigur Ana Brnabic, forsætirsráðharri.

250 fólk sita í Serbiska parlamentinum, og væntað verður at valúrslitið fellir soleiðis út, at serbiski frambursflokkurin einsamallur fær meiriluta.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329