11 broytingaruppskot í sambandi við 3. viðgerð av fíggjarlógini

11 broytingaruppskot í sambandi við 3. viðgerð av fíggjarlógini
Fíggjarlógin skuldi vera til triðju og seinastu viðgerð klokkan 10, men nú er greitt, at 11 broytingaruppskot eru til fíggjarlógina. Tí er løgtingsfundurin aftur útsettur
Løgtingsfundurin skuldi byrja klokkan 10, men er útsettur tvær ferðir, nú tað er greitt, at 11 broytingaruppskot eru til 3. viðgerð av fíggjarlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2023 - 11:14

Triðja viðgerð um fíggjalógaruppskotið hjá landsstýrinum skuldi byrja klokkan 10. 

Triðja viðgerð skuldi annars vera fríggjadagin, men av tí at onnur viðgerð endaði tveir minuttir eftir midnátt, var tíðarfreistin ov stutt til, at triðja viðgerð kundi vera fríggjadagin.

Uppskotið um fíggjarlóg var annars samtykt hósnáttina. 16 atkvøddu fyri og 14 ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Henrik Old í Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.

Nú er greitt, at 11 broytingaruppskot eru løgd fyri løgtingið í sambandi við triðju viðgerðina. 

Andstøðutingfólkini í Norðoyggjum hava boðað frá einum uppskoti um pengar til mentanarhúsið Varpið í Klaksvík.

Varpið er ikki nevnt í teimum broytingaruppskotum, sum komu til aðru viðgerð, hóast Varpið skrivaði til fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083