Fíggjarlógin fyri 2024 er nú endaliga samtykt

Fíggjarlógin fyri 2024 er nú endaliga samtykt
Yvirskotið er góðar 4 milliónir krónur. Øll broytingaruppskotini til triðju viðgerð av fíggjarlógini fullu uttan eitt, ið varð einmælt samtykt
Løgtingið er farið í jólafrí, nú fíggjarlógin fyri 2024 er samtykt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2023 - 16:31

Við 26 atkvøðum fyri, fimm blonkum og ongari ímóti, so var fíggjarlógin fyri 2024 endaliga samtykt við triðju viðgerð í dag. 

Sambandsflokkurin atkvøddi saman við samgonguni fyri fíggjarlógini, meðan limirnir í fólkaflokkinum atkvøddu blankt. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

11 broytingaruppskot

Triðja viðgerð byrjaði um hálvgum tólv tíðina í dag, og hon var ikki liðug fyrr enn klokkan var farin av fýra. 

11 broytingaruppskot vóru løgd fram til triðju viðgerðina, sum er rættiliga óvanligt. 

 

Varpið fær ongar pengar

Tað, ið hevði mest áhuga, var, um mentanarhúsið Varpið fór at fáa játtað fimm milliónir krónur. 

Sambært broytingaruppskotinum, sum norðoyartingfólkini hjá andstøðuni høvdu langt fram, so skyldaði landið norðoyingum at játta Varpinum fimm millónir krónur, so játtanin til Varpið fylgdi leistinum, sum landið hevur játtað til líknandi verkætlanir. 

Uppskotsstillararnir vístu á, at í 2022 vórðu fimm milliónir krónur játtaðar á fíggjarlógini til Varpið, og á fíggjarlógini 2023 vórðu sjey milliónir krónur játtaðar, sum tilsamans er 16 prosent av íløguni.

Uppskotsstillararnir mettu, at rættast er at hækka hesa upphædd og játta fimm milliónir krónur afturat á fíggjarlógini fyri 2024, vísandi til aðrar líknandi verkætlanir, har Løgtingið hevur stuðlað við nærri 33 prosentum av íløguni.

 

14 fyri og 17 ímóti

Men broytingaruppskotið fall við 14 atkvøðum fyri, 17 ímóti og ongari blankari. 

Andstøðutingfólkini atkvøddu fyri: 

Meðan samgongutingfólkini atkvøddu ímóti.

Einasta broytingaruppskotið, ið varð samtykt, var eitt uppskot frá einari samdari fíggjarnevnd um ymiskar tillagingar í fíggjarlógini. Tað var einmælt samtykt. 

Sostatt er løgtingið farið í jólafrí. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162