Eiga 2.400 tons av toski í Íslandi

Eiga 2.400 tons av toski í Íslandi
Føroyar og Ísland hava gjørt fiskirættindaavtalu fyri 2024. Hon er tann sama sum tann í 2023.
Føroyar fáa aftur næsta ár 2.400 tons av toski frá Íslandi.
 
21.12.2023 - 05:33

Føroyar sleppa eisini at fiska 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi næsta ár.

2.400 tons eru toskur. Upp til 400 tons eru brosma.

Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Londini kunnu eisini framvegis fiska svartkjaft og norðhavssild hvørt hjá øðrum.

Fiska hvørt hjá øðrum

Tað er, at føroysk skip kunnu fiska sínar kvotur í íslendskum sjógvi, og íslendsk skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

Ísland fær eisini næsta ár 1.300 tons av makreli frá Føroyum.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil verið á politiskum stigi.

Men londini gjørdu í fjør ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið av nýggjum. 

Sáttmálan, sum nú er gjørdur, hava embætisfólk gjørt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290